1953 (MCMLIII) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi .
Hendingar
Drotning Elizabeth II Í 1953.
7. januar - Harry S. Truman , forseti USA , boðar frá at landið hevur framleitt hydrogen bumbur.
5. februar - Disney filmurin Peter Pan verður frumsýndur í filmshúsum í USA .
12. februar - Norðurlandaráðið (Norden) verður stovnað.
28. februar - James Watson og Francis Crick, frá háskúlanum University of Cambridge boða frá teirra uppdaging av bygnaði DNA .
1. mars - Jósef Stalin fær hjartaslag, ímeðan hann er til døgurða saman við nøkrum sovjetiskum ráðharrum. Hjartaslagið ger hann lamnan í høgru síðu og uttan vit, til hann verður roknaður deyður nakrar dagar seinni.
17. mars - Fyrsta kjarnorkuvápns royndin verður hildini eini oyðimørk í Nevada , USA.
19. mars - Oscars virðislønin verður handað. Hetta er fyrstu ferð løtan verður sjónvarpað, og The Greatest Show on Earth vinnur virðislønina fyri besta film.
26. mars - Jonas Salk boðar frá uppdaging síni av Polio koppseting.
29. mai - Sir Edmund Hillary og Tenzing Norgay verða fyrstir at røkka toppin á Mount Everest . Arne Vatnhamar var fyrsti føroyingur at røkka toppin. Tað gjørdi hann 60 ár seinni, tann 25. mai 2014 .
2. juni - Elizabeth II , Drotning av Bretlandi verður krýnd.
18. juni - Egyptaland verður ein republikk.
20. august - USA gevur Vesturtýsklandi 382 skip aftur, sum landið hevði hertikið í Seinna heimsbardaga .
25. august - Maurizio Malvestiti , italskur biskupur.
4. september - Granskarar uppdaga REM svøvnmynstur .
12. september - John F. Kennedy giftist Jacqueline Lee Bouvier í Rhode Island , USA .
30. desember - Fyrstu litsjónvørpini verða seld í USA .
Ókendar dagsetningar
Ítróttur
Fótbóltur
Føðingar
Anders Fogh Rasmussen
10. januar - Pat Benetar , amerikonsk songkvinna
26. januar - Anders Fogh Rasmussen , danskur forsætismálaráðharri og FN aðalskrivari.
5. apríl - Jóanes Nielsen , føroyskur rithøvundur
18. apríl - Rick Moranis , kanadiskur skemtari og sjónleikar (Honey, I shrunk the kids )
6. mai - Tony Blair , enskur forsætismálaráðharri
16. mai - Pierce Brosnan , írskur sjónleikari (James Bond)
13. juni - Tim Allen , amerikanskur sjónleikar (Home Improvement )
22. juni - Cindi Lauper , amerikonsk songkvinna
9. juli - Martin Næs , føroyskur bókavørður og rithøvundur
22. september - Ségolène Royal , franskur politikari
8. desember - Kim Basinger , amerikanskur sjónleikari (L.A. Confidential )
Andlát
Wikimedia Commons logo